Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
04. juli 2025 kl. 00 - 05. juli 2025 kl. 00
Hvar
STEINPRENT

FRAMSÝNING VIÐ RANNVU KUNOY

Inntil mikudagin 23. juli er ein nýggj framsýning við Rannvá Kunoy opin í Steinprenti í Havn.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tað eru 15 ár síðani, at Rannvá seinast hevði eina einstaklingaframsýning í Føroyum. Hon hevur sýnt fram í USA, Spania, Suðurkorea og í London seinastu árini, og í 2024 gav forlagið Phletora út eina heilt serliga listabók við verkum hennara.

Í sermerktu málningalistini broytast ljósið, litirnir og sjálvur málningurin, alt eftir vinklinum, tú hyggur frá. Rannvá málar ikki ljós inn í myndirnar – málningarnir eru sjálvir ljósið. Ljósið er eitt kjarnuevni í hennara list, og ein dýpd ið má upplivast, heldur enn lýsast við orðum.