Seinasta útgávan hjá Tjant eitur »Ógreiða«. Tjant, ið er mannað av Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak og Per Ingvaldur Højgaard Pedersen, hava tilevnað hendan elektroniska rokktónleikin á palli yvir eini fýra ár og síðan innspælt tilfarið og tilevnað tað til eina útgávu, og nú nýtir bólkurin tað innspælda tilfarið sum improvisatiónstilfar á palli aftur. »Ógreiða« er føroyska orðið fyri entropi, ið er eitt mát fyri, hvussu óskipaður ella skipaður ein tilstandur er.