Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
28. juli 2025 kl. 17 - 20
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis atgongd

BARA BARA PAPPÍR

Vit bjóða til Bara Bara Pappír – akvarell, grafikkur, tekningar, fotomyndir og okkurt til góman. Listaverkini eru til sølu.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, setur framsýningina og Petra Iversen syngur.

Listakvinnurnar eru sjálvar til staðar ólavsvøkuaftan.

Sigrun Gunnarsdóttir og Astri Luihn eru millum okkara fremstu listafólk. Tær hava havt framsýningar  saman og hvør sær í mong ár, bæði her heima og runt um í verðini. Tær hava eisini havt stórar prýðisuppgávur.

Til Ólavsøkuframsýningina í ár hava tær bjóðað trimum av okkara fremstu og mest spennandi yngri listakvinnunum við; Beinta á Torkilsheyggi, Guðrið Syderbø og Maria Luihn.

Beinta á Torkilsheyggi er fotografur og hevur sína útbúgving frá University of Arts í London og London College of Fashion. Hon hevur fingið virðislønir sum leikstjóri til heimildarfilmin Heartist, og hevur hópin av uppgávum og framsýningar heima og uttanlands.

Guðrið Syderbø er listgrafikari og  hevur útbúgving sum grafiskur  sniðgevi. Hon hevur havt  framsýningar m.a. í Listasavninum og í Gallarí Havnará. Hennara listagrafikkur verður nógv seldur uttanlands og hevur stóran altjóða áhuga.

Maria Luihn er teknari og listhandverkari við útbúgving frá Plus-Skolen í Noregi, Universitetinum  i Oslo og hon hevur  sveinaprógv sum gullsmiður. Maria hevur havt framsýningar í Noregi, í  Listasavninum og í Gallarí Havnará, og hon hevur gjørt spennandi myndprýðingar og havt hópin av  uppgávum uttanlands og her heima.

Vælkomin í Smiðjuna á ólavsvøku.