Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
21. juli 2025 kl. 20 - 22
Hvar
Blábar
Prísur
Ókeypis atgongd

Sofaprát

Tvørkynd og løgfrøðiligt kynsskifti
Tað er enn langt á mál, áðrenn Føroyar eru eitt land, sum virðir tvørkynd. Enn vantar løgfrøðiligt kynsskifti, og heilsuverkið veitir ikki nøktandi stuðul til tvørkynd og avvarðandi. Hetta, umframt hvussu tað er at vera tvørkyndur í Føroyum, fara vit at skifta 
orð um.

Luttakarar eru: Olivur Johannessen, Christina Johannessen, mamma at tvørkyndum, og Bjørt Lind, sálarfrøðingur
Orðstýrari: Sofía Thorsvig-Kajsdóttir

20 ára afturlit til fyrstu pride í Føroyum
Í ár eru tað liðin 20 ár, síðani fyrsta pride-skrúðgongan var í Føroyum í 2005. Í hesum prátinum fara vit at líta aftur á Faroe Pride hesi 20 árini. Hvat hevur sermerkt tær ymisku pride’irnar, og hvat er broytt?

Luttakarar eru: Albert Olivur Samson Johannessen, Eiler Fagraklett og Esther Margreth Petersen.
Orðstýrari: Sunneva Háberg Eysturstein

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!