Stuttlig gandatiltak við “Gandadusti”
Kom við á eina ævintýraferð, har alt kann henda!
Helle, sum er fyrrverandi danmarkarmeistari í barnagandakynstri vísir stuttlig gandakynstur. Tað verður ein spennandi gandaframsýning við livandi djórum, nógvum óvæntaðum upplivingum, har áskoðararnir eru við frá byrjan til enda.
Eftir framsýningina fer Helle at gera stuttlig ballóndjór til børnini.
13:00-15:00 Ókeypis ballónir
14:00 Gandur við Gandadusti
14.30 SMS bjóðar okkurt søtt aftaná tiltakið