Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
01. februar 2026 kl. 19 - 02. februar 2026 kl. 19
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
DKK 250

Hoym í Auluni í Finsen

Tær hava allar tríggjar fleiri solo-útgávur aftanfyri seg, men á hesi útgávuni, savna tær raddirnar í eini felags verkætlan, sum er grundað á kvinnuliga orku, nærveru og felagsskap. 

Á teirra fyrstu útgávu, eru seks løg á føroyskum og íslendskum, skrivað og upptikin í suður Íslandi. Løgini hava røtur í fólkatónleiki og akustiskum ljóðførum. Sangirnir snùgva seg um tilknýti, kenslur og samband tvørturum mál og landamørk.

“Tað kendist natúrligt at skriva á uppruna málum okkara, føroyskum og íslendskum. Ein heiðran til upphaviđ sum samstundis menti okkum í einari felags ljóðmynd,” sigur trioin. 

Løgini eru upptikin live – tær tríggjar savnaðar um eina mikrofon, við hvør sínum akustiska gittara, fyri at varðveita nærveruna og inniligu løtuna, sum varð skapt í rúminum.

HOYM framførir í Auluni í Finsen tann 1. februar.