Loading Events
Nær
06. september 2025 kl. 22 - 23
Hvar
OY
Prísur
DKK 200

Nashville Nights í OY

Gleð teg til eina heilt serliga konsertuppliving við eini “writers round”-konsert, har seks altjóða country-artistir og sangskrivarar, við tveimum settum, deila pall og framføra sínar framúrskarandi sangir. Hetta er eitt kvøld við sannførandi storytelling og sterkum country-røddum. “Writers round” formatið byrjaði í Nashville, har nógv av heimsins kendastu country-løgum eru vorin til, og tí verður hetta kvøldið ein heilt serlig, autentisk Nashville-løta.

‍Síðani 2019 hevur Nashville Nights festivalurin hugtikið áhoyrarar í Danmark, og nú verður hetta væleydnaða konseptið eisini møguligt at uppliva í Føroyum.

Ver við til hesa søguligu frumsýning av Nashville Nights í Føroyum og uppliv eitt kvøld fullt av hugtakandi countrytónum og søgunum aftanfyri sangirnar.

Á pallinum síggja vit:

• Blue Foley – Fleirfaldaður Grammy-nomineraður sangskrivari við fleiri hittum, m.a. hjá Ashley McBryde (USA)

• Paton Taylor – Ein av mest lovandi artistunum í Nashville í løtuni, sum eisini hevur framført á Grand Ole Opry (USA)

• Gary Quinn – Country-stjørna úr Norðurírlandi við altjóða viðurkenning og sjey BCMA-virðislønum frá Bretlandi (UK)

• Kristel Lisberg – Við síni sterku country-rødd úr Føroyum, fer hon at hugtaka við nýggjum, spennandi løgum, smíðaðum í hjartanum í Nashville (FO)

• Stiko Per – Ein sannur “storyteller” við drúgvum royndum á svenska country-pallinum, sum framførir sangir við djúpari nærveru um lív, longsul og kærleika (SE)

• Matthew Douglas Simpson – Framførir amerikanskar country-tónar við serligari kraft og dirvi (USA)

Missi ikki hendan serstaka møguleikan at uppliva eitt heilt serligt kvøld saman við Nashville Nights – LIVE í OY!

Keyp tíni atgongumerki nú, og ver við til at skriva tónleikasøgu!