Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
08. september 2025 kl. 14 - 14:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Raðfestingar í almennum heilsutilboðum

Høli: Skálin
Longd: 3 tímar

Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar skipa í felag fyri almennari ráðstevnu, ið hevur til endamáls at birta í kjak um raðfestingar av heilsutilboðum innan almenna geiran og at varpa ljós á týdningin av gjøgnumskygni og rættvísi í raðfestingarmannagongdum.

Í einum vælferðarsamfelagi við avmarkaðum tilfeingi er tað avgerandi, at raðfestingar í heilsuverkinum verða grundaðar á greiðar og etiskt haldførar meginreglur. Í londunum rundan um okkum hevur kjak um raðfestingar staðið á dagsskrá í fleiri áratíggju, men í Føroyum hevur evnið higartil fingið lítla ella onga rúmd, og vit hava hvørki felags tilmæli ella leiðreglur fyri, hvussu raðfestingar í heilsutilboðum skulu gerast. Tá ið vit ikki hava innlit í, hvussu raðfest verður, kunnu vit heldur ikki meta um, hvørt útbýtið av heilsutilfeingi fer fram á ein hátt, sum livir upp til tey virðir og rættvísiskrøv, vit annars seta í einum demokratiskum samfelagi. Við ráðstevnuni ynskja vit at seta gongd á eitt opið og uppbyggjandi orðaskifti um raðfestingar og etiskar avbjóðingar í heilsuverkinum við serligum atliti til føroyska samfelagið.

Á skránni verða fyrilestrar at hoyra um raðfestingar úr ymiskum sjónarhornum:

  • Kjeld Møller Pedersen, professari í heilsubúskapi, Syddansk Universitet.
  • Sirið Stenberg sum fyrrverandi landstýrisskvinna í heilsu- og almannamálum
  • Hjørdis Mortensen, stjóri í Almannaverkinum
  • Pál Weihe sum professari í arbeiðismedisini og fyrrverandi leiðari á Landssjúkrahúsinum
  • Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki á Fróðskaparsetri Føroya
  •  Pallborðskjak. Jana Mortensen leiðir.

Ráðstevnan er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Ráðstevnan verður upptikin og stroymd, og kann síggjast her