

Open Mic / Open Stage við NOVACAINE
Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við sínum vanliga lívsmóti og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð.
NOVACAINE er ein føroyskur metal- og grungebólkur, sum osar av orku og uppreistri. Tónleikurin byggir á tung riff, intenst trummuspæl og sterkar, ærligar tekstir.
Bólkurin er mannaður av:
- Rókur Dagbjartsson Kjærbæk – sang og bass
- Baldur Kjartan Reynagarð – trummur
- Elias Vang – rútmuguitar
- Prithvi Das – lead guitar
NOVACAINE spæla kompromisleysan tónleik við kanti. Og sum teir sjálvir siga: Hetta er ikki bara tónleikur. Hetta er eitt statement!
Innskriving: kl. 19.30
NOVACAINE á pall: kl. 20.00
Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.