

Mirco GameJam
Til Micro GameJam verða tit sett saman í bólkar, ið mynda tykkara menningarfyritøku, har tit fáa 40 minuttir at gera eitt borðspæl við avmarkaðum tilfari – So tað er at verða snarráðin og uppfinningarsom.
Hetta er meira enn bara eitt lítið game jam, micro gamejam er eitt spæl í sær sjálvum.
tí at eftir bólkar hava gjørt síni spøl, gera teir íløgur í spølum hjá øðrum, har tað er møguligt at fáa eyka stig við at gera góðar íløgur.
Vinnarin er bólkurin við mest inntøku!
Tiltakið verður í hølinum hjá Klintra (Heykavegur 4, Tórshavn), 28. august og skráin sær soleiðis út:
18:00 Tabletop Føroyar bjóðar pizza til luttakarar
18:30 Reglur fyri Micro GameJam verða lýstar
18:45 Bólkar verða gjørdir
19:00 Spælmenning byrjar (Handil at keypa tilfar er opin)
19:30 Fínpussing av spølum (Handilin at keypa tilfar stongist)
19:40 Spælmenning endar og Bólkar prøva spøl hjá hvørjum øðrum
20:10 Íløgulegging byrjar
20:40 Íløgur verða taldar upp. Virðislønir verða lutaðar borðspølum. Besta borðspæl verður funnið
20:50 Íløguvinningur verður taldur upp. Vinnandi bólkurin verður funnin!
Fyri at verða við er neyðugt at tekna seg til á https://docs.google.com/…/1FAIpQLScvF06POu9…/viewform…
GEV GÆTUR! at bert borðspøl verða gjørd á Micro GameJam, og er tí ikki møguligt at gera telduspøl.