Loading Events
Nær
27. november 2025 kl. 20 - 20:01
Hvar
Reinsaríið
Prísur
DKK 110

Hervør Sabina

Hervør Sabina hevur í nógv ár givið okkum løg, sum festa seg – frá teirri stuttligu “Yppa” til inniliga og sterka “Beiggin”. Í august kom endiliga heildarútgávan “Ovastaloft” út. Ein fjølbroytt útgáva við 15 egnum løgum, søgum og myndum, sum bjóðar okkum inn í hennara tónleikaverð.

Nú fært tú høvi at uppliva Hervør live saman við manni sínum, Kára, og børnunum Anna Sabina og Jóel. Tað verður hugnaligt, tað verður hjartanemandi. Og kanska eisini eitt lítið jólalag snýkir seg inn í skránna, nú vit nærkast jólunum.

Tiltakið er stuðlað av Økistónar – Women’s Concert Series.