Loading Events
Nær
03. september 2025 kl. 20:30 - 20:31
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis atgongd

Open Mic / Open Stage við Brim

Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við sínum vanliga lívsmóti og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð. Og sum altíð er ein serligur gestur, sum hesa ferð er Brim.

Brim varð stovnað í 2002 og hevur líka síðani spælt til ymisk tiltøk so sum, á Summarfestivalinum, í Klubbanum, í Tvøroyrar Klubba,um allar oyggjarnar í hallum, feløgum, felagshúsum og so framvegis, og í ymiskum spælistøðum kring landið.

Brim hevur eisini spælt tvær ferðir á Beatle Week í Liverpool. Seinastu árini hevur Brim givið egin løg út, “Tað var tú”, “Sig mær eitt”, “Hvarv”, “Eitt tvey hey”, “Skíggjans børn”, “Hvar enn tú ert”, “Hey Andy”.

Manningin er:

Jónsvein á Rógvu – gittar og sang

Vagnur Streymoy – gittar og sang

Sergio Martínez Muñoz – gittar og sang

Jóan Pauli Magnussen – bass

Dávur Magnussen – trummur og sang