Loading Events
Nær
08. oktober 2025 kl. 21 - 23
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 100

Páfuglurin (Pfau – Bin ich echt? Bernhard Wenger Eysturríki 2024 102 min)

Bernhard Wenger hevur sjálvur skrivað handritið, har hann, eins og grikski Yorgos Lanthimos, argar biografgangaran, har tað komiska rennir saman við samfelagsligum atfinningarsemi.

Matthias (Albrecht Schuch), ið er um tey fjøruti, arbeiðir fyri tænastuna My Companion. Innan nøkurlunda sømulig mørk hevur hann lagt seg eftir at verða til vildar og altíð veita eina nøktandi tænastu, har viðskiftafólkið er í fokus.

Hann kann verða hin lítaleysi sonurin á 60 ára føðingardegnum hjá pápanum, hann kann verða pápi og flogskipari, tá foreldradagur er í skúlanum hjá soninum, hann kann verða mentanarliga áhugaverdi sjeikurin í eini veitslu, ella bara lurta og vegleiða, hvat gerst, tá maðurin í parlagnum er vónleyst ómøguligur. Hvørjum tú hevur tørv á, so er Matthias altíð hin rætti.

Hjartansfegin er hann, tá góð ummæli eru á heimasíðuni hjá My Companion. Næstrafólk og øll hini koma í aðru røð.

Sum frá líður fer hin hampuligi Matthias at ivast í egnum viðurskiftum, og tænastuveitingarnar ganga ikki altíð eftir vild. Sum sagt verður á týskum, kemur eitt ”aber dabei” nú upp í leikin.