Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Jólamarknaðurin á Vaglinum!

Í fittu smáttunum kann ein keypa heitt kakao, vaflur og annað leskiligt til góman. Og kanska er perfekta jólagávan at finna millum spennandi úrvalið av heimavirkaðum vørum?

Á jólamarknaðurin á Vaglinum, við teimum hugnaligu sølusmáttunum, kemur ein vissuliga í jólahýr!

Øll eru vælkomin at leiga eina jólasmáttu – einstaklingar, áhugafeløg og vinnuligar fyritøkur.

Treytir fyri at selja í eini jólasmáttu á jólamarknaðinum

Gevið gætur: Áhugin at vera við á jólamarknaðinum er stórur. Vit tilskila okkum tí rættin til at velja millum innkomnu umsóknir, so úrvalið verður fjølbroytt, og jólamarknaðurin fjálgur og hugnaligur við góðum jóladámi.

Niðanfyri berð til at taka leigusáttmálan til jólasmátturnar niður:
Praktisk kunning
Upplatingartíðir fyri jólamarknaðin:

Leygardag 28. november kl. 12 – 20 (Jólatræið á Vaglinum tendrar)

Sunnudag 29.november kl. 14 – 20

Fríggjadag 4. desember kl. 16 – 20

Leygardag 5. desember kl. 12 – 20 (Barnajól)

Sunnudag 6. desember kl. 14 – 20

Fríggjadag 11. desember kl. 16 – 20

Leygardag 12. desember kl. 12 – 20 (Jólaskipið kemur)

Sunnudag 13. desember kl. 14 – 20

Mánadag 14. desember kl. 14 – 20

Týsdag 15. desember kl. 14 – 20

Mikudag 16. desember kl. 14 – 20

Hósdag 17. desember kl. 14 – 20

Fríggjadag 18. desember kl. 14 – 20

Leygardag 19. desember kl. 14 – 20

Sunnudag 20. desember kl. 14 – 20 (Jólamenn á súkklu)

Mánadag 21. desember kl. 14 – 20

Týsdag 22. desember kl. 14 – 21

Mikudag 23. desember kl. 14 – 21

Søk um jólasmáttu við at útfylla skjalið niðanfyri:

Seinasta freist at søkja um at leiga eina smáttu er 13.november 2026, og vit venda aftur í seinasta lagi 20.november 2026