

MC-Hár
Hóast bólkurin hevur rundað tey 34 árini, so hevur hann øll árini spælt konsertir javnan og fleiri av limunum halda seg í form í øðrum bólkum.
Langa hárið er skift út við friseraðar og berar skallar, men tónleikurin er enn hin sami riffbaseraði rapprokkur, ið hevur borið bólkin fram øll árini. Tónleikurin, sum hvørja ferð savnar trúføstu fjeppararnar og sum ikki heilt sjáldan endar við einum regulerum yvirkroppaballi.
Manningin hevur verið tann sama í yvir 20 ár og telur hon nakrar av okkara royndastu og dugnaligastu tónleikarum.
Niels Uni Dam á rappi og Rókur Jákupsson á sangi, verða væl stuðlaðir av trygga botninum hjá Rana Hammershaimb Christiansen og Hera Reynheim.
Teir báðir gittarleikararnir Jens V. Jakobsen og Jonas Bloch Danielsen, syrgja fyri, at vit ongantíð gloyma, at bólkurin er eitt barn av nítiárunum og Tróndur Bogason skapar sínar garrvillu ljóðmyndir á tangentunum.
Gamaní er nógv voks farið í hárið síðan MC-Hár debuteraði við einari spontanari framførslu á Ebenezertrappuni 16.februar í 1991. Ella síðan bólkurin spældi sína fyrstu ólavsøkukonsert 27. juli í 1992, gav lagið Symphony of Irony út í 1996, heildarútgávuna “Framvegis uttan vit” í 1998, gjørdist nummar trý í Prix Føroyum í 1999, gav EP’ina “Burn Me” út sama ár, og headlineaði fyrsta G! Festivalin í 2002. Men at døma eftir framførslunum fyrr í ár, so er bólkurin betri enn nakrantíð.