Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
14. september 2025 kl. 15 - 19
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis atgongd

Jón Magnus Joensen í Smiðjuni í Lítluvík

Umleið 30 málningar eru við á framsýningini, flestu frá høvuðsstaðarøkinum. Umframt málningar eru smærri pappírsmyndir.

Jón hevur málað frá ungum árum og havt mangar sjálvstøðugar framsýningar, harav fleiri í Smiðjuni. Hann hevur eisini luttikið bæði í felags framsýningum í gallaríi og sensureraðum framsýningum.
Jón var á listaskúla í Danmark í 2003.

Málningarnir eru litfagrir, har ljósið spælir sín leiklut.

Jón er argjamaður og býr á Toftum. Her hevur hann egið atelier.

Øll eru hjartaliga vælkomin