Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
10. september 2025 kl. 18 - 17. desember 2025 kl. 19
Hvar
Býarbókasavnið
Prísur
Ókeypis atgongd

Málkafé

Málkafé er eitt ókeypis, afturvendandi tiltak, ið byrjaði 29. september 2022.

Í Tórshavn er Málkafé hvønn mikudag á niðastu hædd á Býarbókasavninum.

Á Málkafé kunnu øll við tilflytarabakgrund koma á gátt til at venja føroyska málið, umframt at fáa ein ókeypis drekkamunn og afturvið og at hitta nýggj fólk.

Børn eru vælkomin saman við foreldrum.

Nýggj sjálvboðin eru altíð vælkomin, og vilt tú gerast partur av toyminum, stimbra undir máltøku hjá tilflytarum og virka fyri integratión í Føroyum, kanst tú lesa nærri á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, www.redcross.fo

Fylg Málkafé / Language Café á facebook og instagram fá nærri kunning um komandi málkafé kvøldini.

Reyði Krossur stendur fyri Málkafé, í samstarvi við Býarbókasavnið