Á hesum vikuskiftisskeiðinum verður arbeitt við teimum tólunum, ið skulu til, fyri at framleiða ein lítlan heimildarfilm við einari fartelefon.
Hetta er eitt eftirfylgjandi skeið til dokumentarskeiðið í apríl, men tað ber saktans til at luttaka, sjálvt um ein ikki var við á fyrra skeiðinum.
Arbeitt verður í tríggjar dagar við framleiðsluni av einum lítlum dokumentari, ið ein sjálvur stendur fyri. Teknisk vitan er ikki eitt krav.