Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
17. september 2025 kl. 11:15 - 24. juni 2026 kl. 12:30
Hvar
Badmintonhøllin
Prísur
DKK 130

Venjing og samvera

Endamálið við venjingini er at betra balansuna og at økja styrkina og konditiónina við tí fyri eyga at geva vælveru og lívsgleði og fyri at fyribyrgja fall og lívsstílssjúkur. 

Vanliga verður fyrst hitað upp. Síðani eru ymisk spøl ella venjingar, har vit leggja dent á, at øll kunnu vera við. Vit enda við einari hugnaløtu við kaffi, te, vatn og frukt, har møguleiki er fyri sosialari samveru, og har prátið vanliga gongur væl.

Vit venja mikudagar klokkan 9 og klokkan 10.15 og fríggjadagar klokkan 10.15. Venjingin varir í 1 tíma og 15 minuttir, og síðani er hugnaløta. Tað er frítt at velja, hvørja tíð tú møtir, og tú mást fegin koma báðar dagar.

Tilboðið er opið, og tað vil siga, at tað er hvørki neyðugt við tilmelding ella at geva avboð, tá tú ikki fært møtt.

Tú rindar við bankaflyting vísandi til brúkaragjøldini.

Vit vænta at tit:

  • møta væl upp
  • eru í klæðum, sum tit fáa rørt tykkum í
  • eru hugagóð og hava hug at røra tykkum eina løtu saman við øðrum góðum fólki
  • eru opin fyri at royna okkurt nýtt av og á, tá venjingarnar kunnu vera ymiskar

Tilboðið kann geva tær:

  • størri lívsgleði og longri lív
  • lættari og betri gerandisdag
  • betri kontinens og betri svøvn
  • ein sunnari og fastari kropp
  • meiri hug til, og betri kynslív
  • betri minni, og skjótari heila ☺

Virkin og vakin – alt lívið
Liva lívið — og gloym aldurin
Í dag er tað elsta tú hevur verið — og tað yngsta tú nakrantíð verður
aftur. So njót tað!
Ein kann ikki forða fyri, at ein gerst gamal, men ein kann ávirka
hvussu ein gerst gamal.