Endamálið við venjingini er at menna, halda við líka ella endurvinna mest møguliga rørslu og virkni og harvið stuðla undir kjarnuuppgávuna hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er at eggja borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.
Byrjað verður við at hita væl upp, síðani eru ymiskar venjingar og spøl. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við.
Vit vænta at tit :
Tilboðið er opið, tað vil siga at tað er ikki neyðugt at melda til ella at melda avboð. Tað er bara at møta upp .
Tit rindar mánaðarliga við bankaflyting. 136, – kr, tá vant verður einaferð um mánaðin og 178 kr, tá vant verður tvær ferðir um mánaðin
Livi lívið – og gloym aldurin
Í dag er tað elsta tú hevur verið- og tað yngsta tú nakrantíð verður aftur. So njót tað.
Ein kann ikki forða fyri at, at ein gerst gamal, men ein kann ávirka hvussu ein gerst gamal.