

Nordic String Quartet og ungir føroyskir tónleikarar
Høli: Klingran
Longd: 120 min (íroknað steðg)
Nordic String Quartet vitjar í Føroyum og bjóðar masterclass í musikkskúlanum fyri ungar, evnaríkar tónleikarar.
Tiltakið gevur teimum ungu møguleika at mennast í tøttum samskifti við kvartettina og at fáa nýggjan íblástur.
Sum eitt hápunkt av arbeiðinum bjóða tey almenninginum til eina seinnapartskonsert í Norðurlandahúsinum, har tey ungu framføra úrslitið av samstarvinum. Nordic String Quartet endar konsertina við kendu strúkikvartettini hjá Beethoven, Op. 127, sum í ár hevur 200 ára hátíðarhald.