Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
17. september 2025 kl. 19:30 - 20:35
Hvar
Vesturkirkjan

Københavns Politi sangkor og Tórshavnar manskór

Manskórið Københavns Politi Sangkor varð sett á stovn í 1913, men hevði longu verið til áðrenn tað árini 1884-1908. Sostatt nærkast tað hálvaaðrari øld, síðani menninir í svørtu búnunum framrørdu fyri fyrstu ferð. Endamálið við kórinum tá sum nú var at ” syngja fyri borgarunum og á tann hátt virka til at skapa álit og betri fatan millum borgara og løgregluna.” Kór og orkestur innan løgregluna eru ein serlig og jalig siðvenja, sum heldur enn í dag.
Skráin hjá teimum spennir víða við donskum sálmum og sangum, klassiskum kórverkum, operettukórum, barbarshopsangum og løgum frá kendum sangleikum, bæði acapella og við orgul ella klaverfylgjuspæli. Kórið er sera virkið í Danmark, men er eisini við jøvnum millumbilum uttanlands. Ferðirnar eru ofta í samband við altjóða tiltøk innan kórtónleik ella løgreglu men eisini teirra heilt egnu kórferðir, og nú koma teir á sína fyrstu Føroyaferð. Kórleiðari er Lars Jørgensen.

Tórshavnar manskór, stjórnað av Jón Festirstein fer eisin at framføra nakrar sangir, eins og kórini framføra okkurt lag saman. Manskórið kenna vit væl og er altíð ein fragd at hoyra. Vit gleða okkum at bjóða teimum í Vesturkirkjuna enn einaferð.