Tá ið spurningar um flyting verða umrøddir, verður ofta spurt: “Hvussu fáa vit tey ungu heimaftur?”. Hesin spurningur er væl grundaður, tí av teimum, sum á hvørjum ári flyta av landinum, kemur bara helvtin heimaftur.
Talan er um eina av størstu samfelagsavbjóðingunum, vit hava. Men fyri at skilja avbjóðingina til fulnar, tørvar okkum innlit í, hví so nógv ung velja Føroyar frá.
Seinastu árini hava vit kunnað staðfest, at tað í stóran mun eru ungar kvinnur, sum flyta av landinum í lestrarørindum. Síðani aldarskiftið eru tey, sum framvegis búgva uttanlands eftir lokna útbúgving, vorðin fleiri í tali. Meirilutin av teimum er kvinnur, sum sostatt hava verri møguleikar fyri at ávirka føroyska samfelagið.
Skal hesin átrokandi samfelagstrupulleiki loysast, er neyðugt at seta fokus á kyn. Tí vilja vit við ráðstevnuni spyrja:
9.00 Javnstøðunevndin biður vælkomin
9.10 Landsstýrismaðurin í javnstøðumálum, Eirikur í Jákupsstovu, setir ráðstevnuna
9.20 Hagstovan leggur fram hagtøl um fráflyting og kyn
10.00 Steðgur
10.30 Orðaskifti millum ungar kvinnur
11.00 Politiskt kjak. Luttakarar eru Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Johan Dahl, Ingilín D. Strøm, Hervør Pálsdóttir, Bjarni K. Petersen og Steffan K. Poulsen
kl. 12.00 Liðugt
Óluva Zachariasen er orðstýrari.