Tú fær vitan um konfliktir, konfliktfatan og konflikthandfaring við støði í nýggjastu ástøðiligu vitanini, sum er altavgerðandi fyri arbeiðnum við menniskjum. Tú fær eina neyva ástøðiliga innleiðslu um konfliktir, og praktiska venjing til at handfara konfliktir. Tú fær ment tínar samskiftisførleikar til truplu støðurnar, og lærir at fyrihalda teg til atferðarmynstur hjá tær sjálvum og øðrum í konfliktstøðum.
Tú fært við tær:
Vitan um konfliktir og konflikthandfaring
Vitan um aktiva lurtan og dialog sum amboð
Vitan um týdningin av valdi í relatiónunum
Vitan um týdningin av kenslum í konfliktum
Venjing í konflikthandfaring
Spar tíð og pengar við at gera eina íløgu, har konfliktir verða loystar konstruktivt. Tað gevur betri úrslit, betri tilgongd, glaðari samstarvsfelagar og betri trivna. At megna at handfara konfliktir gevur hægri sálarligan tryggleika fyri allar partar.
Gott at vita
– Skeiðið verður á donskum.
– Vit bjóða morgunmat, miðmála og ein drekkamunn seinnapartin.
– Tað skula í minsta lagi vera 10 luttakarar fyri at stovna skeiðið.
Adressa: J.H. Schrøtersgøta 9 110 Tórshavn
Melda til í seinasta lagi 7. septembur 2025