Loading Events
Nær
29. oktober 2025 kl. 19:30 - 19:31
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis atgongd

Open Mic / Open Stage við Ravsøgn

Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við sínum vanliga lívsmóti og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð

Bólkurin snýr seg um at skapa føroyskan Lo Fi tónleik. Heitið á bólkinum, RAVSØGN, er ein samanseting av føroysku orðunum ‘ravmagn’ og ‘søgn’. Hugskotið til bólkin kom frá at blanda okkurt gamalt við okkurt nýtt: mytologi í elektroniskum hami. Innihaldið í tekstinum er ofta eitt samspæl millum tvey element, ið bera brá av hesum dualitetinum millum nýtt og gamalt, gerandisdagar og sagnir. RAVSØGN er fyri allar sálir, ið elska Lo Fi og jazz.

Manning:
Teitur Dánialsson Tauser – sang
Justin James Villanueva – saxophone
Baldur Meitil – tangentar
Djóni Nolsøe Fischer – bass
Ári Berghamar Danielsen – trummur

Innskriving: kl. 19.30
Ravsøgn á pall: kl. 20.00

Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið