Málningurin “Aftur av jarðarferð” eftir Sámal Joensen-Mikines er ein søga um sorg, felagsskap og máttloysi.
Í framløguni Myrkrið og Mikines fara vit at hyggja nærri at fyrstu árunum á listaleiðini hjá Mikines og kanna, hví júst myrkrið gjørdist ein so stórur partur av verkunum frá 1930’unum.
Hoyr um, hvussu lærari hansara – danski málarin Ejnar Nielsen – gjørdist ein týdningarmikil íblástur fyri unga listamannin, og hvussu modernisman í byrjanini á 20. øld kom til sjóndar í Føroyum.
Vit fara at granska tað kensluborna myrkrið í ekspressionismuni og frásøgnina av harðbalnum liviumstøðum – ein samanseting, sum ger Aftur av jarðarferð bæði mentanarliga sermerkt og alment menniskjansligt.
Sigrid E. K. Andersen er listasøgulesandi á Aarhus Universiteti og hevur skrivað bachelorritgerð um Aftur av jarðarferð og leiklutin hjá myrkrinum í málninginum. Í løtuni er hon í starvsvenjing á Listasavninum.
Vælkomin á savnið sunnudagin 21. sep. kl. 16.
Framløgan verður á donskum og varir uml. 45 min.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.