Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
22. september 2025 kl. 09:30 - 12. januar 2026 kl. 18
Hvar
Landsbókasavnið
Prísur
Ókeypis atgongd

Mentanararvur á bókasavninum – eitt innlit í føroyska samfelagið gjøgnum tíðina

Ein av fremstu uppgávunum hjá Landsbókasavninum er at
varðveita partar av mentanararvinum. Bókasavnið, ið tá æt
Færø Amts Bibliotek, bleiv stovnað í 1828. Tó varð so smátt
byrjað at savna inn til ein bókastovn nakað áðrenn hetta.

Bókasavnið kom at hoyra undir landsstýrið í 1948 og
broytti navn til Føroya Landsbókasavn. Í 1952 kom føroyska
bókasavnslógin og kunngerðin um skylduavhending bleiv
lýst. Nýggjasta bókasavnslógin kom í gildi í 2024. Við
skylduavhendingini fær Landsbókasavnið fýra ókeypis eintøk
av øllum útgivnum føroyskum verkum, umframt at útgevarar
eiga at fráboða bókasavninum um talgildar útgávur.
Skylduavhendingin umfatar ymiskt tilfar sum m.a. bøkur,
tíðarrit, ljóðbøkur, plakatir, faldarar og tónleikaútgávur.

Við framsýningini vilja vit vísa á nakað av tí tilfari, ið vit
varðveita. Umframt tilfarið, ið er víst fram her, varðveitir
bókasavnið eisini handrit og útlendskar útgávur um Føroyar.
Nógv av hesum tilfari er komið inn umvegis skylduavhending,
men okkurt er blivið savnað inn av bókasavninum sjálvum. Í
framsýningini er dentur lagdur á føroyskt tilfar, ið er 75 ár og
yngri.

Endamálið er at vísa eina av kjarnuuppgávunum hjá
Landsbókasavninum – at varðveita partar av
mentanararvinum – og at vísa, hvussu føroyska samfelagið
er broytt gjøgnum tíðina.