Vit hjá Visit Tórshavn skipa hvørt ár fyri hugnaliga Jólamarknaðinum á Vaglinum, og nú ber til at melda seg til!
At selja í eini jólasmáttu er eitt frálíkt høvið at savna pening, t.d. til uttanlandskappingar, námferðir ella okkurt heilt annað – og samstundis vera partur av jólahugnanum í býnum.
Smáttan er ókeypis at leiga (leigusáttmáli fylgir við).
👉 Skrásetið tykkum beinleiðis her:
www.visittorshavn.fo/fo/leiga-jolasmattu/
Vit gleða okkum at síggja tykkum á Vaglinum!🎅🌟