Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
18. september 2025 kl. 09:30 - 15. januar 2026 kl. 18
Hvar
Landsbókasavnið
Prísur
Ókeypis atgongd

Mentanararvur á bókasavninum

Ein av fremstu uppgávunum hjá Landsbókasavninum er at varðveita partar av mentanararvinum. Bókasavnið, ið tá æt Færø Amts Bibliotek, bleiv stovnað í 1828. Tó varð so smátt byrjað at savna inn til ein bókastovn nakað áðrenn hetta.

Bókasavnið kom at hoyra undir landsstýrið í 1948 og broytti navn til Føroya Landsbókasavn. Í 1952 kom føroyska bókasavnslógin og kunngerðin um skylduavhending bleiv lýst. Nýggjasta bókasavnslógin kom í gildi í 2024. Við skylduavhendingini fær Landsbókasavnið fýra ókeypis eintøk av øllum útgivnum føroyskum verkum, umframt at útgevarar eiga at fráboða bókasavninum um talgildar útgávur.

Skylduavhendingin umfatar ymiskt tilfar sum m.a. bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur, plakatir, faldarar og tónleikaútgávur.

Við framsýningini vilja vit vísa á nakað av tí tilfari, ið vit varðveita. Umframt tilfarið, ið er víst fram her, varðveitir bókasavnið eisini handrit og útlendskar útgávur um Føroyar. Nógv av hesum tilfari er komið inn umvegis skylduavhending, men okkurt er blivið savnað inn av bókasavninum sjálvum. Í framsýningini er dentur lagdur á føroyskt tilfar, ið er 75 ár og yngri.

Endamálið er at vísa eina av kjarnuuppgávunum hjá Landsbókasavninum – at varðveita partar av mentanararvinum – og at vísa, hvussu føroyska samfelagið er broytt gjøgnum tíðina.