Tú fært vitan um konfliktir, konfliktfatan og konflikthandfaring við støði í nýggjastu ástøðiligu vitanini, sum er altavgerðandi í arbeiðinum við menniskjum. Tú fært eina neyva ástøðiliga innleiðslu um konfliktir og praktiska venjing til at handfara konfliktir. Tú fært ment tínar samskiftisførleikar í truplum støðum, og tú lærir at fyrihalda teg til atferðarmynstur hjá tær sjálvum og øðrum í konfliktstøðum.
Tú fært við tær:
Vitan um konfliktir og konflikthandfaring
Vitan um aktiva lurtan og dialog sum amboð
Vitan um týdningin av valdi í relatiónunum
Vitan um týdningin av kenslum í konfliktum
Venjing í konflikthandfaring
Spar tíð og pengar við at gera eina íløgu, har konfliktir verða loystar konstruktivt. Tað gevur betri úrslit, betri tilgongd, glaðari samstarvsfelagar og betri trivnað. At megna at handfara konfliktir gevur hægri sálarligan tryggleika fyri allar partar.
Gott at vita
– Skeiðið verður á donskum
– Vit bjóða morgunmat, miðmála og ein drekkamunn seinnapartin
– Tað skula í minsta lagi vera 10 luttakarar fyri at stovna skeiðið
Melda til í seinasta lagi 7. september 2025