Loading Events
Nær
04. oktober 2025 kl. 15 - 15:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Dansiverkstova fyri yrkispallistafólkum (SE)

Høli: Høllin
Longd: 60 min.

Hvussu sansa vit hvørt annað uttan at nerta við hvørt annað? Hetta fara vit at kanna á hesari verkstovuni.

Við ófyrireikaðari framførslu kanna vit, hvussu vit kunnu sansa nærveruna hjá hvørjum øðrum og kenna á okkum næstu rørsluna.

Svenski bólkurin Land Before Time tekur íblástur úr rørslunum í vatni. Arbeitt verður við rørsluteknikkum sum slowmotion, popping og isolation – og vit kanna, hvussu hesir kunnu lata upp fyri øðrum mátum at samskifta og samspæla við kroppinum.

Verkstovan er til øll pallistafólk – dansarar og onnur áhugað eru somuleiðis hjartaliga vælkomin.

Vit vera á dansimottuni í Høllini.

Undirvísarar: Joanna Holewa Chrona & Yared Tilahun Cederlund
Kostnaður: Ókeypis – ikki neyðugt at melda til, tað er bara at møta upp.