Loading Events
Nær
04. oktober 2025 kl. 21 - 21:01
Hvar
OY
Prísur
DKK 200

Blodklubb v/Hamradun (NO/FO)

Ert tú føroyingur? Hvat siga tínar ílegur? Ætt tín? Mál títt? Bústaðurin? Hvat sigur blóðið?

Arvur og umhvørvi ávirka bæði okkara samleika, hvussu vit eru, og hvørjum felagsskapum, vit eru partur av.

Blóðliðið er ein listarlig kanning av samleika og at hoyra til, har tú sum áskoðari ert virkin partur í einum kvøldi við søgum, skemti, løgnum ritualum og symbolskum gerðum. Kanska fert tú eisini at geva blóð!

Vit bjóða okkara hugsanum av um arv, mál og mentan, og spæla okkum við mørkini millum tað perónliga og tað, sum er felags. Saman leita vit eftir kensluni av at vera partur av einum felagsskapi – eisini tá søgur okkara og bakgrund eru serstakliga ymisk. Á tiltakinum verður eisini konsert við føroyska bólkinum Hamradun.

Blóðliðið tekur støði í norsku søguni, har tað upprunaliga samiska fólkið ígjøgnum fleiri ættarlið hevur fyri einari so kallaðari ‘fornorsking’ og mentanarligum trýsti. Hetta temað er tó meira alment og røkkur langt út um norska landamarkið- til øll støð, har mál, mentan og samleiki eru at finna.

Listabólkurin Ferske Scener heldur til í Tromsø og fæst við leiklist, fundir og tiltøk, sum fáa áskoðararnar við og sum leggur serligan dent á málsliga og mentanarliga margfeldið í Norðurlondum.

Leiðarar í Blóðliðinum: Sigbjørn Skåden, Bernt Bjørn, Kristin Bjørn, Kristina Junttila.
Gestir: Hilde Kristin Liu Skoglund og – bara hetta kvøldið – bólkurin Hamradun.
Framleiðari: Marianne Siljuberg.

Stuðlað hava: Arts and Culture Norway, Tromsø Kommune, Troms Fylke og Pahn – stikk.

Sýningin er partur av leiklista festivalinum VERK – Nordic Stage Days, sum er stuðlaður av Nordisk Kulturfond.