

Wako (NO/FO)
Við sjey fløgum og hundraðtals framførslum aftanfyri seg, spælir Wako við autoriteti og persónleika, sum setur teir fremst í norðurlendska jazzinum.
Sambært Mark Sullivan (All About Jazz – USA) er Wako “eitt norskt jazzkollektiv við einum veruliga kollektivum ljóði”, og seinasta útgávan “Wako” (Øra Fonogram, 2020) varð sett á topplistarnar hjá Jazzwise (UK) bæði í mars og apríl 2020.
Wako hevur tikið sín støðugt vaksandi musikalisitet og skapandi orku við sær kring Evropa og framført bæði sum kvartett, saman við strúkarunum í Oslo Strings og saman við m.a. Arve Henriksen og Tore Brunborg. Tónleikurin verður altíð tillagaður áhoyrarunum, umhvørvi og tilfari, sum merkir, at konsertirnar ikki bert eru framúr, men eisini serstakar upplivingar. Stutt sagt er Wako ein av teimum mest imponerandi ungu livebólkunum í dag.
Wako eru:
- Martin Myhre Olsen – saksofonir
- Kjetil André Mulelid – klaver
- Bárður Reinert Poulsen – bass
- Simon Olderskog Albertsen – trummur