Loading Events
Nær
07. oktober 2025 kl. 19 - 19:01
Hvar
Amnesty Føroyar
Prísur
Ókeypis atgongd

Verkstova: Argumentatión

Tú kennur kanska støðuna: Tú kjakast við onkran, men brádliga fært tú ikki greitt frá tínum meiningum á ein greiðan hátt. Ella tú ivast í, hvussu tú kanst orða teg fyri at fanga áhoyraran.

Á verkstovuni fært tú grundleggjandi vitan um argumentatión, hvussu tú kanst fáa tín boðskap greitt fram, hvussu tú kanst fanga áhoyran við retoriskum snildum, og styrkja tíni evni at kjakast virðilga – eisini við tey, tú ert ósamd/ur við.

Verkstovan er ókeypis og ætlað øllum ungum – bæði einstaklingum og limum í felagsskapum. Verkstovan verður í Perluni týskvøldið 7. oktobur, í steðginum bjóða vit okkurt til matna.