Vit viðgera týdningin av einum góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi við framløgum, ástøði, úrslitum frá kanningum og kjaki. Óluva Zachariassen leiðir dagin. Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum setir dagin við hugleiðingum um gott sálarligt arbeiðsumhvørvi. Annika Helgadóttir leggur fram úr trivnaðarkanningini “Arbeiðið og tú”; og Súsanna Skaale viðgerð evnið um at skapa umsorganarfult arbeiðsumhvørvi.
Høvuðsrøðari er Per Isdal, sum tosar um kostnaðin av samkenslu. Kendi norðmaðurin hevur skrivað bókina “Medfølelsens pris”, og støði verður tikið úr hansara royndum á umsorganarøkinum.