Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
05. november 2025 kl. 20 - 22
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 100

Blücher (Daniel Fahre Noreg 2025 94 min)

Náttina fyri hin 9. apríl í 1940 er obersturin Birger Eriksen (Bjørn Sundquist) í villareiði. Fleiri fremmandi skip eru sædd í tjúkku tokuni í Oslofjørðinum. Eingin veit, hvaðani skipini koma, ella hvagar tey fara.

Skal hann leypa á ella ikki? Einsamallur er Eriksen, oberstur, noyddur at velja. Fer hann skeivur, fær tað vanlukkuligar fylgjur, ikki bara fyri oberstin sjálvan og allar hermenninar, men eisini dóttrina, Borghild, sum býr og arbeiðir saman við honum á skansanum Oscarsborg í Drøbaksundinum.

Blücher sigur okkum spennandi søguna um týska krússaran, og hvussu hann varð søktur. Samstundis fylgja vit søguni um Eriksen og tær ákærur, hann fekk móti sær eftir kríggið.

Leikstjóri er Daniel Fahre, som fyrr hevur gjørt sjónvarpsrøðina ”Rådebank” og heimildarfilmarnar ”Marcus & Martinus – Sammen om drømmen” og ”Born2Drive”. Handritið er eftir Axel Hellstenius, sum fyrr hevur skrivað ”Døden på Oslo S” og ”Elling”, og Melike Leblebicioğlu Kaveh, ið fyrr hevur skriva ”Rebound”, ”Grenseland” og ”Norsk-ish”.

Hyggja vit í norsk filmsummæli, sæst, at NRK sigur at ”Bjørn Sundquist er strålende”. Kinomagasinet skrivar, at ”Blücher overrasker ved å ta en kjent historisk hendelse og gjør den om til en nervepirrende og menneskelig krigsfilm”. Cinema sigur, at filmurin er ”Et nervepirrende, sterkt og modent historisk drama”. Filmmagasinet heldur at filmurin ”Gir seeren en følelse av historisk nærvær”.