

Savnsfagnaður á Listasavni Føroya
Vit gleða okkum at bjóða børnum, foreldrum, ommum, abbum og øllum, sum hava hug, at koma til eina hugnaliga løtu á Listasavninum.
Í verkstovuni fara vit at klippa og líma listakollasjur, pappírsklipp og órógv. Vit hava nógv spennandi tilfar at arbeiða við, millum annað litað kartong, listaplakatir og postkort. Komið og roynið tykkum. Verkstovan er opin hvønn dag kl. 11-16.
Kl. 13 og kl. 14 vera rundvísingar fyri børn í føstu framsýningini (uml. 20 min.).
Í heystfrítíðini hava vit opið mánadag til fríggjadag kl. 11-16. Tað er ókeypis at vitja verkstovuna og at luttaka í rundvísingum.
Hjartaliga vælkomin á Savnsfagnað á Listasavninum.