

Støkk-inn dansiverkstovur
Høli: Klingran, Skálin
Tú kanst gleða teg til at royna samba, indiskan dans, bachata og modern jive, tá ið Fjølmentanarvikan 2025 saman við Norðurlandahúsinum bjóðar fýra ymiskar dansiverkstovur sama dag. Tú nýtist ikki at kenna stevini áðrenn og tú nýtist heldur ikki at hava ein dansimaka. Kom sum tú ert og dansa saman við okkum! Verkstovurnar eru 30 minuttir hvør og tú fært høvi at royna allar uttan tilmelding.
Eisini fara vit at síggja indiskan og tailendskan dans á palli, tá vit runda dagin av.
Skrá
10.00: Lær at dansa samba við Katlyn Soaeres
11.00: Lær at dansa indiskan dans í Klingruni við Bipashu Das
12.00: Lær at dansa bachata við Sharon Sivertsen
13.00: Lær at dansa samba við Katlyn Soaeres
14.00: Lær at dansa indiskan dans í Klingruni við Bipashu Das
14.00: Lær at dansa modern jive við Súsannu Skylv
15.00: Lær at dansa bachata við Sharon Sivertsen
16.00: Lær at dansa modern jive við Súsannu Skylv
16.30: Vit samlast og síggja tvær dansiframførslur. Bipahsa fer at framføra indiskan dans og Pikun Saengno fer at framføra tailendskan svørðdans (Skálin).
Tiltakið er liðugt kl 17.00.
Kathak er ein av átta stórum indiskum klassiskum dansum. Dansurin kemur upprunaliga úr norður India, har Kathakars eru kendir sum søgufrásigarar, sum gjøgnum dansin siga frá sagnum sum Mahabharata og Ramayana við at brúka hendur, rytmiskt fótarbeiði og elegantar rørslur. Seinni varð eisini vanligt at framføra dansin í templum og dansurin bleiv eisini ávirkaður av persiskari og mughal mentan.
Bachata er ein suðuramerikanskur pardansur, sum hevur røtur í salsa. Tempoið er tó lægri enn í salsa, og dentur verður lagdur á stíl, samband og ljóman. Á verkstovuni fert tú at venja byrjanarstevini við ella uttan dansimaka, og síðani sleppur tú at royna onkrar av teimum meira framkomnu teknikkunum.
Samba er ein lívligur og rytmiskur dansur við uppruna í Brasil, ið sum oftast verður dansaður til lívligan tónleik við týðiligari rytmu. Dansurin er eyðkendur av skjótum rørslum og einum sermerktum “bounce”-teknikki í beinunum. Samba kann dansast bæði við og uttan maka.
Modern jive er ein sosialur pardansur sum setur saman eitt sindur frá swing, rock’n’roll og salsa. Dansurin verður dansaður til øll møgulig ymisk sløg av tónleiki og hann er eyðkendur av einfaldum stevum, flótandi rørslum og at dentur verður lagdur á sambandið millum dansimakarnar. Tað er lætt at læra at dansa modern jive, og dansurin er væl umtóktur í dansifelagskapum runt allan heim.