Loading Events
Nær
15. november 2025 kl. 10 - 10:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Søgur í myndum – við Hans Jacobi Østerø

Høli: Norðurstova
Longd: 180 min.

Hevur tú ein myndprýðara í búkinum? Ert tú kanska longu grafikari ella listafólk, ella kanska tú fæst við at tekna ella mála í frítíðini? Á Bókadøgum 2025 fært tú møguleikan at læra og royna, hvussu tað er at myndprýða og siga søgur við myndum við myndprýðaranum Hans Jacobi Østerø.

Hans Jacob Østerø hevur útbúgving í margmiðlasniðgeving og arbeiðir m.a. sum fríyrkismyndprýðari. Hann hevur m.a. myndprýtt væl umtóktu myndabókina Svansi-Bob, sum Joan Waag Høgnesen skrivaði, og permuna og adventssøguna eftir Silju Aldudóttur í Míni jólabók 2024.

Á Bókadøgum verður verkstova fyri royndar og óroyndar myndprýðarar, har Hans Jacob hevur eina framløgu um sínar royndir sum myndprýðari. Harafturat fer hann at tosa um at skapa og menna søgufigurar og at siga søgur við myndum. Síðan sleppa luttakararnir at myndprýða við vegleiðing frá Hans Jacobi. Pappír og tilfar at tekna við verða at fáa á verkstovuni, og luttakarar kunnu eisini taka teldu ella teldil við sjálv til grafiska tekning, um tey vilja.

Verkstovan verður leygardagin 15. november, og luttakararnir kunnu eisini koma aftur sunnudagin 16. november fyri at taka samanum og luttaka í opnu barnamyndprýðaraverkstovuni, sum Hans Jacob eisini hevur. 

Fyriskipari: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Avmarkað pláss. Melda teg til her