

Hví skulu vit skriva føroyskt?
Høli: Klingran
Longd: 45 min.
Hví skriva á føroyskum? Hvussu halda vit fast í føroyskum sum mentanarberandi mál í Føroyum? Hvussu er framtíðin hjá føroyskum, nú vitlíki otar seg inn í skrivaða orðið allastaðni? Hvat ger vitlíki við bókmentir? Hvussu ávirkar tað smámál sum føroyskt? Hvussu ávirkar vitlíki rættindini hjá høvundum?
Hetta er pallborðkjak um eitt sera aktuelt evni. Tey sum kjakast arbeiða øll á ein ella annan hátt innan viðkomandi øki. Kjakast verður um føroyska málið, um bókmentirnar og hvørja ávirkan vitlíki kann hava.
Ben Arabo verður orðstýrari. Luttakarar: Rakel Helmsdal, Forkvinna í Rithøvundafelag Føroya. Jónas Tór Næs, Advokatur, og Vitlíki (Hal) stýrt av Torben Nielsen, KT ráðgeva.
Tiltakið er fyri øllum sum hava áhuga í hesum evni.
Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya.
