

Matverkstova: Matur úr Madagaskar
Á fjølmentanarvikuni verður forvitnislig matverkstova við Alice Haraldsen. Tú fert millum annað at læra, hvussu tú kanst gera kenda rættin »Ravitoto við kjøt og kokos« og desertina »godrogodro«. Verkstovan endar við, at allir luttakararnir njóða tann góða matin saman.
Verkstovan verður hildin í “Heinesens hjalli”, ið er hugnaliga húsið aftanfyri Altjóðahúsið.
Avmarkað pláss.
Aldursmark fyri luttøku er 15 ár.
Melda til verkstovuna við at trýsta á tilmeldingarknøttin og harvið senda okkum ein teldupost til fjolmentan@gmail.com.
Minst til at viðmerkja »Verkstova, Madagaskar« og títt navn og telefonnummar í teldupostinum.
