Loading Events
Nær
15. november 2025 kl. 16 - 16:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Svørt orkidé við Vónbjørt Vang

Høli: Klingran
Longd: 45 min.

Hvat er mamman, tá barnið tekur seg frá henni? Og hvat er rithøvundurin, tá málið tagnar?

Vónbjørt Vang vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 við bókini Svørt Orkidé (Forlagið Eksil). Hetta er triðja yrkingasavn hennara, og dómsnevndin fyri bókmentavirðislønina sigur hetta vera hennara besta higartil. Temað í savninum er sorgin hjá einari mammu, hvørs barn veksur til og fer sína egnu leið – og kanska er um at missa fótafestið. 

Myndburðurin í verkinum er svarta orkidéin, plantulív, tað terapeutiska við havaarbeiði og mold, sum samstundis eisini umboðar undirheimin og myrkrið, sum barnið hvørvur í. 

Lisið verður upp úr yrkingasavninum. Síðani hevur Guðrun í Jákupsstovu (PhD) samtal við Vónbjørt Vang um Svørt orkidé.

Vónbjørt Vang (1974) er rithøvundur, yrkjari og bókavørður. Hon hevur lisið samanberandi bókmentavísindi og hevur BA í kreativari skriving. Yrkingar og stuttsøgur hennara hava staðið í fleiri útgávum og savnsritum. Svørt orkidé (2023) er hennara triðja yrkingasavn aftaná Millumlendingar (2011) og Djúpini (2017). Vónbjørt hevur eisini skrivað ritroyndarsavnið Úr loggbókinum (2023). 

Guðrun í Jákupsstovu (1993) hevur eina PhD í enskum og norðurlendskum bókmentum og starvast sum adjunktur í bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya. Harumframt hevur hon sitið í tilmælisnevnd Bókmentaviðursløn Norðurlandaráðsins síðan 2020. 

Myndina av Vónbjørt Vang hevur Thomas Koba tikið.

Fyriskipari: Norðurlandahúsið