Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
23. oktober 2025 kl. 10 - 13
Hvar
Kongshøll
Prísur
Ókeypis atgongd

Nikotin- & tubbaksráðstevna

Ráðstevnan vendir sær til politisku skipanina, myndugleikar, fólkaskúlar, miðnám, leiðslur, aðalráð, ítróttafeløg, handilsvinnu og stovnar. Málbólkurin er eisini øll, ið vilja vita meira um vansarnar við nikotini og tubbaki, og sum arbeiða fyri einum nikotin- og tubbaksfríum Føroyum.

Høvuðsrøðari er Charlotta Pisinger, professari í nikotin- og tubbaksfyribyrging, sum í áravís hevur verið ein ótroyttilig serfrøðingarødd innan økið.

Innihaldið á ráðstevnuni er fjølbroytt, og vit fara millum annað at hoyra um, hvørjar tubbaks- og nikotinvørur eru á marknaðinum, hví nýggju nikotinvørurnar eru ein trupulleiki, innflutningsmynstur í Føroyum, hvønn leiklut tubbaks- og nikotinídnaðurin hevur, og á hvønn hátt tey ungu ávirkast av nýggju nikotinvørunum. Eisini hoyra vit um fyribyrgjandi átøk, sum virka í øðrum londum, og hvussu tubbaks- og nikotinídnaðurin roynir at svara aftur. Harafturat hoyra vit um, hvussu vit bygnaðarliga kunnu hjálpa teimum sera krøktu ungu úr sínum nikotinbundinskapi.

SKRÁIN:

Kl. 09.00 Vælkomin, May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetur Føroya & Noomi Gregersen, PhD, leiðari, Heilsustýrið

Kl. 09.05 Setan, Súsanna Bertholdsen, landstýriskvinna í heilsumálum

Kl. 09.10 Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan, Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyrbyrging, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse á Bispebjerg-Frederiksberg Universitetshospital.

Kl. 09.50 Innflutningur, rák og snúsvanar millum ung, Snorri Patursson, fólkaheilsusamskipari, Heilsustýrið

Kl. 10.05 Nikotin- og tubbaksnýtsla millum skúlanæmingar – ein løtumynd, Daisy Iversen, SSP- ráðgevi, Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi

Kl. 10.20 Steðgur & netverkan

Kl. 10.40 Nikotin- & tubbaksorðaskifti, breitt umboðandi panel.

Kl. 11.20 Tað er nógv, sum vit kunnu gera – saman, Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyrbyrging, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse á Bispebjerg-Frederiksberg Universitetshospital.

Kl. 12.00 Takk fyri í dag 

Orðstýrari er Óluva Zachariasen.