

MentorCafé við jazzi á Reinsarínum
Kvøldið verður eitt spennandi og óvanligt mix millum jazztónleik og hugleiðingar um, hvussu stjórin passar upp á seg sjálvan.
Tað verður eisini góð tíð til práting, mingling og okkurt til góman, so luttakarar fáa møguleika at knýta nýggj sambond og deila royndir í einum avslappaðum umhvørvi.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
