

Søgur í myndum – við Hans Jacobi Østerø
Høli: Norðurstova
Longd: 90 min.
Kom við, tá ið myndprýðarin Hans Jacob Østerø bjóðar børnum at finna upp á egnar søgur – og at brúka myndir til at siga frá søguni!
Kanska tú finnur upp á onkra stuttliga veru, eitt ævintýr ella okkurt úr einum heilt øðrum hugaheimi, sum tú sjálv/ur teknar og veitir lív á pappírinum.
Hans Jacob tekur eisini onkrar stuttligar tekningar og onkra stutta søgu við sjálvur, sum børnini kunnu brúka til íblástur.
Hetta verður ein hugnalig og kreativ løta fyri alla familjuna, har børnini fáa høvi at sleppa hugflognum leysum, spæla við myndir og síggja, hvussu mann kann siga søgur uttan at brúka orð.
Hans Jacob Østerø hevur útbúgving í margmiðlasniðgeving og arbeiðir m.a. sum fríyrkismyndprýðari. Hann hevur m.a. myndprýtt væl umtóktu myndabókina Svansi-Bob, sum Joan Waag Høgnesen skrivaði, og permuna og adventssøguna eftir Silju Aldudóttur í Míni jólabók 2024.
Verkstovan er fyri børn uml. 5 til 12 ár – og tey vaksnu eru sjálvandi eisini vælkomin at hyggja.
Tað er tó avmarkað pláss, so komið í góðari tíð, um tit vilja tryggja tykkum pláss.
Fyriskipari: Bókadeild Føroya Lærarafelags
