Loading Events
Nær
15. november 2025 kl. 10:15 - 10:16
Hvar
Norðurlandahúsið

Varðin 2025 – Yrkingar og yrkistekstir

Høli: Skálin
Longd: 30 min.

Í ársins útgávu av Varðanum er nógv áhugavert at lesa  – eitt nú stuttsøgur, ritroyndir og viðmæli av føroyskum útgávum. Í hesum Varðanum verður serligur dentur lagdur á yrkingar og ritroyndir: føroyskar yrkingar, týddar yrkingar og tekstir, ið lýsa føroyska mentanarpallin.

Útgávutiltakið á Bókadøgum byrjar við minningarorðum um Zakarias Wang, ið var ein sonn eldsál í Varðanum. Minningarorðini hevur Torbjørn Jacobsen skrivað. Síðani verða brot lisin upp úr nýggjasta Varðanum.

Rebekka Petersen og svenska Hanna Rajs hava báðar fleiri yrkingar í hesari útgávuni av Varðanum. Rebekka Petersen lesur egnar yrkingar upp á tiltakinum, og Sanna Dahl og Eyð Steinbjørnsdóttir lesa yrkingar hjá Hannu Rajs, ið tær eisini hava týtt til føroyskt.

Bókmentakritikkur og ummæli av verkum hava altíð verið týdningarmikil partur í Varðanum – og í ár er einki undantak. Á bókadøgum fer Brynhild Kamban at lesa brot úr sínum ummæli av Regin smiði, sum var framført sum opera í Varpinum í Klaksvík.

Fyriskiparar: Sanna Klein og Dorit Hansen, ritstjórar á Varðanum.