Loading Events
Nær
19. oktober 2025 kl. 20:30 - 21. desember 2025 kl. 19:30
Hvar
Skansastova

Føroyskur dansur í Skansastovu

Vit dansa tað, ið er á skrá, sum sæst á www.tokumlatt.fo, annars er orðið frítt.

Ein drekkamuður og okkurt gott afturvið er at fáa í steðginum.

Øll eru hjartaliga vælkomin, royndir sum óroyndir kvøðarar.

 

GG! Um dansað verður til okkurt tiltak leygardag, er ongin dansur sunnukvøld.