

Ókeypis konsert við Stedsans
Við eini inniligari ljóđmynd, sum dregur íblástur úr tí norðurlendsku náttúruni, leverar Stedsans eina ógloymandi tónleikaferð. Tær einfaldu, men effektivt samansettu kompositiónirnar, og teirra spælandi tilgongd til tónleik, skapa eitt lívligt uttrykk.
Tónleikurin hjá Stedsans grava djúpri í vakurleikanum í náttúruni, har hvør tóni og hvørt lag dregur lurtaran inn í ein heim av kenslubornum frásagnum og hugleiðingum. Tónleikurin er ein heiður til tær seinu kenslurnar og tær smáu løturnar.
Innan fyrsta árið av lívssøgu bólksins hevur Stedsans verið víða um og spælt væl vitjaðar konsertir á jazzfestivalum í Ribe, Århus og Esbjerg, og á tónleikapallum kring alt Danmark. Nú er vera teir so eisini at hoyra í Føroyum.
Stedsans hevur innspælt sína debutfløgu í FinlandStudio, og gevur hana út heystið 2025.
Í bólkinum eru:
- Nicolaj Aamand, klaver
- Alfred Storm, trummur
- William Frøland, kontrabass
Kom til eina hugnaliga løtu í Tutl