Loading Events
Nær
22. oktober 2025 kl. 20 - 22
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis atgongd

Snús, e-sigarettir og ítróttafólk – hvat sker?

Vit síggja alsamt fleiri e-sigarettir og snús ímillum okkara ungu. Eisini í ítróttaumhvørvunum. Litríkir pakkar og spennandi smakkir, sum minna meira um bomm enn um vanabindandi rúsevni. Vit vita, at mongdirnar, ið vit innflyta av nikotini, eru vaksandi, men spurningurin er, um vit vita, hvussu vandamikið nikotin í veruleikanum er fyri ein ungan heila. Vit hava ein grundaðan mistanka um, at hvørki vaksin ella ung hava nøktandi vitan um avleiðingarnar av at gerast krøktur av nikotini á ungum árum. 

Skrá: 

  • “Innflutningur, rák og snúsvanar millum ung”, Snorri Patursson, fólkaheilsusamskipari, Heilsustýrið
  • “Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan”, Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyrbyrging, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse á Bispebjerg-Frederiksberg Universitetshospital.
  • “Hvussu ávirkar nikotin okkara avrik”, Signar Hilmarson, ráðgevi í úrvalsítrótti hjá Ítróttasambandi Føroya
  • Spurningar og svar