Loading Events
Nær
26. oktober 2025 kl. 16 - 16:30
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
Ókeypis atgongd

Støkk inn Dansiverkstova

Modern jive er ein sosialur pardansur, sum setur saman eitt sindur frá swing, rock’n’roll og salsa. Dansurin verður dansaður til øll møgulig sløg av tónleiki, og hann er eyðkendur av einfaldum stevum, flótandi rørslum og at dentur verður lagdur á sambandið millum dansimakarnar. Tað er lætt at læra at dansa modern jive, og dansurin er væl umtóktur í dansifelagskapum runt allan heim.

16.30: Vit samlast og síggja tvær dansiframførslur. Bipasha fer at framføra indiskan dans og Pikun Saengno fer at framføra tailendskan knívadans (Skálin).

Tiltakið er liðugt kl. 17.00.